Silver League: A-landsliðið við monnum farið til Íslands
Ferðalagið fór til Íslands í morgun og skal leika fyrsta dystin fríggjakvøldið kl. 19.00 føroyska tíð. Fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi.
Hin dysturin á hesi ferðini verður ímóti Ísrael. Tann dysturin verður leygardagin kl. 15.00 føroyska tíð.
Sunnudagin leika Ísland og Ísrael. Av trygdarávum hevur íslendska flogbóltssambandið - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðarar.
Annað umfar hjá føroysku monnunum veður í Føroyum 24. - 26. mai í høllini á Hálsi í Havn. Her leika menninir aftur ímóti Íslandi fríggjadagin 24. mai og ímóti Eysturríki 26. mai.
Síðsta umfarið verður í Eysturríki, har menninir 7. og 8. juni skulu leika ímóti Eysturríki og Ísrael.
Tvey tey fremstu liðini í bólkinum leika síðani finalu hin 15. juni.
Dystarskráin fyri Silvurliguna við monnum:
1. umfar í Íslandi:
Fríggjadagin 17. mai kl. 21: Føroyar - Ísland
Leygardagin 18. mai kl .17: Ísrael - Føroyar
Sunnudagin 19. mai kl. 16: Ísland - Ísrael
2. umfar í Føroyum:
Fríggjadagin 24. mai kl. 19: Ísland - Føroyar
Leygardagin 25. mai kl. 17: Eysturríki - Ísland
Sunnudagin 16. mai kl. 17: Føroyar - Eysturríki
Restin av dystarskránni sæst á CEV her:
https://www.cev.eu/national-team/european-leagues/european-silver-league/men/2024/
Føroyski venjarin, Boban Ilic, og hjálparvenjarin, Oleksandr Dmytriiev, hava úttikið hendan bruttohópin til øll trý umførini (troyggjunummarið í klombrum):
Thorvald Danielsen (6), Mjølnir
Vuk Ilic (9), ÍF
Filip Ilic (5), ÍF
Bjarni Joensen (14), Ikast KFUM
Jóhan Arni Elison Wang (11), Mjølnir
Hjørtur Joensen (4), SÍ
Ingálvur Eyðunsson Olsen (10), Fleyr
Hákun Nón (1), ÍF
Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
Elias Ellingsgaard Petersen (7), SÍ
Tórður Højsted Gunnarsson (16), Fleyr
Ólavur Johannesen (2), Mjølnir
Símun Hoydal Poulsen (13), Mjølnir
Silas Poulsen ( 8 ), SÍ
Áslakur Petersson Holm (15), Hvidovre VK
Hákun Heinason (3), Amager VK