Silver League: Kvinnurnar leggja fyri í Montenegro
Ferðalagið fer við Atlantsflogi í morgin og leikar fyrsta Silver League-dystin fríggjakvøldið kl. 17, føroyska tíð, í høvuðsstaðnum Podgorica. Hesin dysturin er ímóti heimaliðnum Montenegro.
Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro. Fyrri dysturin er ímóti Montenegro og seinni dysturin verður ímóti Georgia. Hesin seinni dysturin verður leiktur leygardagin kl. 17, føroyska tíð.
Eftir hetta fyrsta umfarið í Silvurliguni fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva, har tær vera á venjingarlegu nakrar dagar. Ítróttarliga og fíggjarliga er hetta nevniliga ein betri loysn enn at ferðast heimaftur til Føroya, tí longu hósdagin 23. mai skulu kvinnurnar vera í Luksemborg, har næsta umfarið í Silvurliguni verður.
Í Luksemborg leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai kl. 17 ímóti Luksembourg. Dagin eftir leika tær ímóti Ungarn kl. 17 og ferðast síðani heimaftur sunnudagin 25. mai.
Fríggjadagin 7. juni kl. 19 leika kvinnurnar síðani síðsta dystin í innleiðandi umfarinium á heimavølli í Havn ímóti Finnlandi.
Høvuðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Cristian Imhoff, og hjálparvenjarin, Baca Djurovic, hava úttikið hendan bruttohópin til hesi trý umførini í Silvurliguni (talið í klombrum er troyggjunummarið (sum tó ikki sæst á myndini)).
Jóhanna Christiansdóttir (1), TB
Janna Falkvard (3), Ikast KFUM
Anja Sonnadóttir Danielsen (4), Fleyr
Kristina Knudsen (5), Fleyr
Henrikka Wang Jacobsen (6), Dráttur
Anna Arnholdsdóttir ( 8 ), Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson (9), Mjølnir
Sesilia Johndóttir Prior (10), KÍF
Jakobina Joensen (11), Ikast KFUM
Hanna Andriasardóttir Olsen (12), Fleyr
Rebekka Osberg Højsted (13), Mjølnir
Ingibjørg Sigridardóttir Muller (14) Ikast KFUM
Elsa Samuelsen (15), KÍF
Nicola Toftegaard (16), Mjølnir