Kvinnulandsliðið til Silver League er úttikið
Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Cristian Imhoff, og hjálparvenjarin, Annika á Stongum, hava nú úttikið leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í Silvurliguni, sum verður í mai og juni.
Føroysku flogbóltslandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum luttaka í mai og juni á fyrsta sinni í Silver League-kappingini hjá CEV.
Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia, har leikast skulu dystir heima og úti.
Sterkastu mótstøðuliðini eru uttan iva Montenegro og Portugal, sum liggja sum avikavist nr. 27 og 28 á styrkisstiganum fyri kvinnulandslið í Evropa. Hesi liðini verða mett at verða sera trupul mótstøða fyri Føroyar, sum eru styrkismettar sum nr. 35 í Evropa. Síðsta mótstøðuliðið, Georgia, er styrkismett sum nr. 34, so spennandi verður her at síggja í hvønn mun, styrkismetingin gevur eina veruliga mynd av styrkini hjá liðunum.
Venjararnir, Cristian Imhoff og Annika á Stongum, hava úttikið hesar leikarar til dystirnar:
Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Føroyska liðið leggur fyri við trimum heimadystum í høllini á Hálsi:
🔘27. mai: Føroyar – Montenegro
🔘31. mai: Føroyar – Georgia
🔘4. juni: Føroyar - Portugal
Og síðani eru útidystirnir:
🔳11. juni: Portugal – Føroyar
🔳14. juni: Georgia – Føroyar
🔳16. juni: Montenegro - Føroya