A-landsliðini brynja seg út til Silvurliguna

Okkara menn og kvinnur hava fyrireikað seg væl til Silver League-kappingina, sum verður henda næsta mánaðin.
 
Nakrar fáar venjingar eru eftir, áðrenn liðini bæði fara til sínar fyrstu landsdystir í Silvurliguni í ár.

Kvinnurnar skulu spæla í Lettlandi, Føroyum og Luksemborg, og menninir spæla í Íslandi, Føroyum og Georgia.

Vit fara at gera okkara besta at dagføra við úrslitum, myndum og vónandi LIVE upptøkum frá dystunum.

Til heimadystirnar á Sandi vóna vit at síggja nógvar áskoðarar.
 
Venjaratoymið hjá manslandsliðnum er hetta:

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Liðleiðari: Berit Norðoy Vilhelmsen
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi

 

Venjaratoymið hjá kvinnulandsliðnum er hetta:

Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi


Dystarskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Kvinnur:

Umafarið í Lettlandi - Zemgales Olympic Center, Jelgava
30/05 kl. 17:00: Føroyar - Lettland
31/05 kl. 18:00: Ísrael – Føroyar

Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur
06/06 kl. 19:00: Norðurmakedónia - Føroyar
07/06 kl. 17:00: Eysturríki - Norðurmakkedónia
08/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki

Umafarið í Luksemborg - d'Coque "Gymnase" Luxembourg
14/06 kl. 19:00: Føroyar - Ísland
15/06 kl. 17:00: Luksemborg- Føroyar


Menn:

Umfarið í Íslandi – Digranes, Kopavogur
13/06 kl. 18:00: Føroyar - Ísland
14/06 kl. 16:00: Svøríki – Føroyar

Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur
20/06 kl. 19:00: Aserbadjan - Føroyar
21/06 kl. 17:00: Eysturríki - Aserbadjan
22/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki

Umfarið í Georgia - New Sports Palace, Tbilisi - Small Hall
28/06 kl. 16:00: Føroyar - Luksemborg
29/06 kl. 16:00: Georgia - Føroyar