Skeið í at føra hagtøl
Dagføring 18. juli 2022:
Hagtalsskeiðið, sum skuldi vera í Kollafirði 18.-20. juli, er útsett til vikuskiftið 26.-28. august.
---------------------------
Brennur tú fyri flogbólti og hagtølum?
Vilt tú vera við til at menna føroyskan flogbólt?
So er hetta júst nakað fyri teg!
Komandi kappingarár er ætlanin hjá FBF at føra hagtøl av øllum dystunum í bestu kvinnu- og mansdeildini.
Tí fara vit at undirvísa feløgunum í at skráseta hagtøl.
Forritið, vit brúka, er Datavolley4 Pro, sum er tað forritið, ið størstu londini og feløgini kring heimin brúka til skráseting av hagtølum.
Vit læra tykkum alt tað mest grundleggjandi í Datavolley og gera leikara- og videogreiningar.
Undirvísari og samskipari verður Andreas Reinert Zachhau. Andreas hevur skrásett hagtøl síðani 2018 bæði í Føroyum og Danmark.
Skeiðið verður í skúlanum í Kollafirði 18.-20. juli kl. 18:00-21:30.
Eisini er møguligt hjá venjarum at luttaka á skeiðnum, har teir kunnu fáa eina størri vitan um sjálvt forritið, og hvørjir møguleikar eru við tí.
Tað er als ikki neyðugt at hava eina breiða vitan ella royndir í flogbólti fyri at luttaka. Tit verða lærd á bestan hátt á skeiðnum.
Eru nøkur ivamál, ella hevur tú spurningar um hetta, kanst tú venda tær til Andreas á telefon 74 88 41 ella skriva til hann á messenger.
👉Tilmelding kann gerast við at senda t-post til zachhau.68@outlook.com ella ringja 74 88 41.