Meistaradeild kvinnur: Sofía vann á Kristiani
Tað gjørdist kvinnurnar hjá Mjølni, sum í gjár komu best frá dystinum í meistaradeildini í gjár.
Mjølnir var á vitjan í Havn hjá Fleyr, og var hetta fyrsti dysturin hjá Mjølni og nýggja venjaranum Sofíu Purkhús í landskappingini í ár.
Og ikki kann sigast annað enn, at byrjanin var góð, tí Mjølnir vann dystin 3-0, hóast tvey av settunum vóru sera jøvn - við bert tveimum og trimum stigum á muni.
Fyri stutt síðani var tað venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, sum hevði betri kortini, tí tá vann Fleyr eina javna finalu í FK-kappingini í Havn, so tað tykist, sum um at hesi bæði fáa nakrar javnar dystir í ár.
Settini í dystinum vóru annars hesi: 22-25, 16-25 og 23-25.