Steypakapping, kvinnur: Dráttur og Mjølnir víðari
Í steypakappingini hjá kvinnum hava Dráttur og Mjølnir spælt seg víðari til hálvfinalurnari, og liðini eru í hvør sínum bólki.
Dráttur skal sunnudagin kl. 13.00 á heimavølli spæla ímóti Ternuni, men líka mikið hvat úrslitið verður, so er Dráttur víðari í bólki 1.
Avgerðandi dysturin í bólkinum verður spældur í Trongisvági sunnudagin klokkan 14.30 ímillum TB og SÍ. Vinnarin av hesum dystinum kemur víðari saman við Drátti.
Beinleiðis frásøgn verður á Rás 2 úr Trongisvági (Rás2 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 95,9 ella FM 98,7).
Í bólki 2 fellur avgerðin í Kollafirði sunnudagin klokkan 13.00. Sum sagt, er Mjølnir víðari í hesum bólkinum. Treytirnar hjá KÍF eru, at tær mugu vinna 3-0 á Fleyr fyri at tryggja sær plássið í hálvfinalunum. Øll onnur úrslit viðføra at tað verður Fleyr, sum kemur víðari.