Steypafinalur: Dómari settur

Tað verður Sonni Zachariassen, sum verður 1.- dómari í steypafinalunum hjá kvinnum og monnum leygardagin í Høllini á Hálsi. Hann verður 1.-dómari í báðum dystunum.
 
Dystirnir verða:
Kl. 13.00 MK  KÍF - TB
Kl. 15.30 MM Fleyr - SÍ
 
Sonni hevur seinastu árini dømt í Føroyum, eins og hann hevur dømt altjóða dystir í sambandi við Nevza-kappingar o-a.
 
Eisini hevur hann havt dómarauppgávur í Føroyum, tá avgerðandi dystir eru leiktir, og var hann millum annað 1.-dómari í sambandi við FM-finalurnar í 2016.
 
Umframt vaksnamannafinalurnar verða eisini hesar finalur leiktar um vikuskifti í Høllini á Hálsi:
 
 
Leygardagin 25. februar 2017
Kl. 9.30 G12 Sí a - KÍF a
Kl. 18.30 D14 SÍ - Fleyr
 
Sunnudagin 26. februar 2017
Kl. 13.00 D12 Fleyr a - Sí a
Kl. 14.15 MU Fleyr - SÍ
Kl. 15.30 G16 Fleyr a - TB
Kl. 16.45 KVU ÍF - Mjølnir
Kl. 18.00 G14 Fleyr a - Sí a
Kl. 19.15 D16 SÍ - Fleyr