Atgongumerki til steypafinalurnar 2022

Kvinnu- og mansfinalan
Atgongumerki til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum kosta kr. 100 (fyri tey sum eru 17 ár og eldri). Fyri tær 100 krónurnar fært tú atgongd til BÁÐAR dystirnar. (Tey, sum eru 16 ár og yngri, sleppa ókeypis)

Ungdómsfinalurnar
Fyri ungdómsfinalurnar gjalda vaksin (17 ár og eldri) kr. 50. Tað atgongumerkið er so galdandi fyri ALLAR ungdómsfinalurnar allar tríggjar dagarnar! (Tey, sum eru 16 ár og yngri, sleppa ókeypis)

Gjaldast kann við korti – eins og við “ordeligum” pengum - við dyrnar!