Steypakapping, kvinnur: Fleyr, SÍ og TB eru komin víðari
Hinvegin er ikki greitt, hvat hitt liðið í bólki 1 verður. KÍF og Ternan skuldu eisini spæla í sunnukvøldið, men tann dysturin mátti útsetast. Nýggi leikdagurin er settur at vera 5. januar.
Sum støðan er nú, kunnu øll trý liðini í bólki 1 spæla seg víðari. Dráttur liggur best fyri, tí tær hava fýra stig og ein settmun uppá -1. Men av tí, at KÍF og Ternan bæði hava tvey stig, og ein settmun uppá ávikavist -1 og -2, kunnu bæði liðini enda frammanfyri Drátt. Vinnur annað av liðunum 3-0 ella 3-1, fær vinnandi liðið trý stig, og so eru tær frammanfyri. Og vinnur KÍF 3-2, er tað eisini nóg mikið. Tí tá endar KÍF eisini á fýra stigum, men við betri settmuni enn Dráttur og eisini betri innanhýsis.
Tí er í løtuni bara greitt, at Fleyr, SÍ og TB eru komin víðari í hálvfinalurnar, sum vera spældar í høllini á Hálsi tann 11. februar 2017.
Úrslitini í gjár vóru annars hesi:
Bólkur 2:TB-Mjølnir 3-1 (20-25, 25-16, 25-18, 25-9)
Bólkur 2: ÍF-SÍ 0-3 (16-25, 25-27, 26-28)
Bólkur 1: Fleyr-Dráttur 3-0 (25-17, 25-14, 25-21)
Bólkur 1: KÍF-Ternan er útsettur til 5. januar 2017