Tilmelding til steypakappingina í Meistaradeildini

Til øll feløgini!

Í steypakappingini í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum eru Meistaradeildarliðini sjálvskrivað í bólkaspælinum. Men tey feløg, sum longu hava lið í Meistaradeilini kunnu umframt tað tekna eitt B-lið til bólkaspælið, og tey feløg, sum ikki hava lið í Meistardeildini kunnu tekna 1 lið til bólkaspælið í steypakappingini.

Heitt verður á øll feløgini í Meistaradeldini at boða FBF frá, um tit ynskja B-lið til bólkasælið.

Heitt verður á øll feløgini, sum ikki hava lið í Meistaradeildini, at boða FBF frá, um tit ynskja at tekna lið til bólkaspælið í steypakappingini.

Freistin at boða frá er mikudagin 30. september kl. 12.00 á fbf@fbf.fo

 

Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya