Steypakappingin byrjar

Desember er steypamánaður í Meistaradeildini í flogbólti. Landskappingin liggur nú still til í januar, og liðini kunnu fult og heilt halga seg til steypadystirnar, ið byrja nú um vikuskiftið.

Grundað á úrslitini seinasta kappingarár, eru bólkarnir skipaðir soleiðis:

Meistaradeild kvinnur:
Bólkur 1      -      Bólkur 2

Fleyr                     SÍ
Dráttur                TB
KÍF                        Mjølnir
Ternan                ÍF
 

Meistaradeild menn:
Bólkur 1    -       Bólkur 2

ÍF                          SÍ
Ternan               Fleyr
Mjølnir               TB


Liðini spæla ein dyst hvør ímóti øðrum, har seedingin ger av, hvat lið fær ein ella tveir heimadystir. Hjá kvinnunum skal Fleyr verja steypasigurin frá seinasta kappingarári, og tann verjan byrjar leygardagin ímóti KÍF.

Steypavinnararnir hjá monnunum úr ÍF skulu í sínum lagi út í fyrstu verjuna leygardagin, tá ið Ternan, ið higartil hevur havt eitt fínt kappingarár, kemur á vitjan. Spennandi verður somuleiðis hjá monnunum at fylgja TB, sum hevur teknað eitt lið til í steypakappingini.

Dystir hetta umfarið:

Meistaradeild kvinur:
Fleyr – KÍF, leygardagin 3. desember kl. 17.00; Gundadalshøllin

Dráttur – Ternan, mikudagin 7. desember kl. 18.00; Giljanes


SÍ – TB, sunnudagin 4. desember kl. 15.00; Sørvágur

Mjølnir – ÍF, mikudagin 7. desember kl. 20.00; Badmintonhøllin í Klaksvík
BROYTTUR til TÝSDAGIN 6. DESEMBER kl. 19:30

 

Meistaradeild menn:
ÍF – Ternan, leygardagin 3. desember kl. 16.00; Høllin á Kambsdali

SÍ – Fleyr, sunnudagin 4. desember kl. 17.00; Sørvágur