Steypakappingin, kvinnur: Botnliðini væl frá byrjan

Fyrsta umfar av steypakappingini hjá kvinnum er leikt, og liðini sum kláraðu seg best eru tey, sum í landskappingini liggja frá miðjuni og niðureftir

Nú desember mánaður er byrjaður, eru flogbóltsliðini farin at kappast um, hvørji lið skulu spæla steypafinalu hetta kappingarárið.

Kappingin er skipað soleiðis, at liðini eru býtt í fýra bólkar, har øll spæla móti øllum. Tað gera tey eisini í landslappingini, men í steypakappingini spæla tey bara einaferð móti hvørjum øðrum. Hvør hevur heimavøll, verður avgjørt við grundarlagi í seedingini, sum byggir á úrslitini frá árinum fyri.

Kappingin hjá kvinnum er skipað soleiðis, at Dráttur, Fleyr, KÍF og Ternan eru í bólki 1, og SÍ, ÍF, Mjølnir og TB eru í bólki 2.

Nú ein sløk vika er liðin síðan steypakappingin byrjaði, hava liðini leikt ein dyst í part, og úrslitini hava lagað seg soleiðis, at botnliðini í landskappingini hava fingið bestu byrjanina uppá steypakappingina. Fleyr, SÍ og ÍF, sum øll trý liggja frá miðjuni og niðureftir í landskappingini, vunnu ávikavist á KÍF, TB og Mjølnir.

Rætt skal tó vera rætt, tí suverena oddliðið í bestu kvinnudeildini, Dráttur, vann í gjárkvøldið sín fyrsta dyst trygt, tá tær vunnu 3-0 á Ternuni.

Úrslitini av teimum fýra dystunum vóru hesi. Í bólki eitt:

Fleyr-KÍF 3-1 (25-13, 25-18, 19-25, 25-19)

Dráttur-Ternan 3-0 (25-13, 25-21, 25-18)

Og í bólki tvey:

SÍ-TB 3-1 (14-25, 25-22, 26-24, 25-23)

Mjølnir-ÍF 1-3 (23-25, 27-25, 9-25, 16-25)


Næstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktir leygardagin 10 desember og eru teir hesir:

Bólkur 1: KÍF-Dráttur, Kollafjørður, klokkan 13.00

Bólkur 1: Ternan-Fleyr, Toftir, klokkan 13.00

 

Bólkur 2: SÍ-Mjølnir, Sørvágur, klokkan 16.00

Bólkur 2: TB-ÍF, Trongisvágur, klokkan 13.00