So byrjar steypkappingin

Um vikuskiftið byrjar steypakappingin í flogbólti hjá kvinnum og monnum.
 
Kvinnunar eru býttar í tveir bólkar við hesum liðum, sum er bólkað í mun til úrslitið av steypakappingini undanfarna ár:
 
Í bólki 1 eru 4 lið: TB, SÍ, Dráttur og Ternan, sum dagliga ikki leikar í meistardeildini. Í bólki 2 eru hesi lið: Fleyr, KÍF og Mjølnir.
 
Dystirnir komandi vikuskifti í kvinnudeildini eru hesir:
 
Leygardagin 2. desember kl. 15.15:SÍ - Ternan (Sørvágur)

Leygardagin 2. desember kl. 13.00: KÍF - Mjølnir (Kollafjørður)

Sunnudagur 3. desember kl. 14.30 TB - Dráttur (Trongisvágur)


 

Meistaradeild menn:

Í bólki 1 hjá monnunum eru Fleyr, Mjølnir, TB, og SÍ b.
 
TB og SÍ b leika vanliga ikki í meistaradeildini.

Í bólki 2 eru SÍ, ÍF og Fleyr b, sum vanliga ikki leikar í meistaradeildini.
 
Dystirnir hetta vikuskifti eru hesir:

Leygardagin 2. desember kl. 13.00 TB - SÍ b (Trongisvágur)

Leygardagin 2. desember kl. 17.15 SÍ - ÍF (Sørvágur)

Sunnudagur 3. desember Kl. 15,00 Fleyr a - Mjølnir (Gundadalshøllin)
 


Myndin er av TB, sum vann steypakappingina hjá kvinnum í 2017.