Steypakappingin byrjar um vikuskiftið

Broytingar, av tí at Smyril avlýsir leygardagin:

Steypadysturin hjá monnum (nr. 157) millum  TB og Fleyr A , sum skuldi spælast leygardagin 11. januar, er
fluttur til sunnudagin 12.  januar kl. 15.00. ÍF dømir dystin. 
 


Landskappingin fer nú at liggja still eina løtu, tí bólkaspælið í steypakappingini byrjar hetta vikuskiftið. Næstu trý vikuskiftini verða steypadystir á skránni,og byrja verður longu í morgin, leygardagin 11. januar.

Toppdystir longu í 1. umfari
Bæði hjá kvinnunum og monnunum eru tveir bólkar. Bólkingin er grundað á úrslitini frá seinastu steypakapping, og tað passar seg so, at nr. 1 og 2 hjá bæði kvinnunum og monnunum beint nú í landskappingni eru endað í sama bólki. Fyrsta umfar kann tí gerast avgerandi fyri, hvat lið endar nr. 1 í sínum bólki og tí skal møta nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Tað er ein fyrimunur.

Mesti spenningurin er í Klaksvík
Badmintonhøllin í Klaksvík leggur gólv til helst mest avgerandi dystirnar í steypakappingini hetta vikuskiftið. Mjølnir eigur oddaliðið hjá bæði kvinnum og monnum í landskappingini, og bæði liðini eru á heimavølli.

  • Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir –SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík
  • Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík


Hjá kvinnunum hevur Mjølnir vunnið á Drátti tvær ferðir í landskappingini, men munurin er lítil. Mjølnir tapti sín fyrsta dyst í ár, tá ið SÍ í seinasta leikumfari vant burturúr teimum og vann greitt 3-1. Verður tað nú Dráttur, ið dregur longra stráið?

Hjá monnunum er Mjølnir í serflokki í landskappingini, men júst SÍ gav teimum sterka mótstøðu seinast, og í steypadystum kann jú alt henda. Her er alt at spæla fyri!


Steypakappingin er skipað soleiðis, og dystirnir í 1. umfari eru hesir:

Meistaradeild kvinnur:

Bólkur 1  Bólkur 2
KÍF Mjølnir
Dráttur
TB Fleyr


Bólkur 1:
Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík

Bólkur 2:
Sunnudagin 12. januar kl.15.00 KÍF –TB Ítróttahøllin í Kollafirði


Meistaradeild menn:

Bólkur 1  Bólkur 2
Mjølnir ÍF A
SÍ A Fleyr A
Fleyr B TB
SÍ B ÍF B


Bólkur 1:
Leygardagin 11. januar kl. 14.30  Mjølnir –SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík

Leygardagin 11. januarkl. 14.30 Fleyr B –SÍ B Høllin á Hálsi


Bólkur 2:
Fluttur frá leygardegi 11. januar til:
sunnudagin 12. januar kl. 15.00: TB - Fleyr A, ítróttarhøllin í Trongisvági

Sunnudagin 12. januar kl. 15.00 ÍF A – ÍF B Ítróttahøllin á Kambsdali