KÍF í hálvfinaluni í steypakappingini

Tað varð ein sera spennandi dystur í steypakappingini hjá kvinnum, ið varð leiktur í Kollafirði í gjárkvøldið millum KÍF og Ternuna.
 
Dysturin endaði 3-1 til KÍF, sum sostatt hevur leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini.

Fyrsta settið var KÍF greitt betra liðið og vann 25-7.

Næsta settið kom Ternan væl aftur. Hetta var eitt javnt sett, sum  KÍF vann 25-20.

Triðja settið var eisini ógvuliga javnt. Ternan var betra liðið, og vunnu tær 25-20.

Í fjóra settinum var spenningur alla tíðina. Settið leikaði javnt allan vegin og endaði við, at KÍF dróg longra stráðið og vann 25-22.