Søkt verður eftir stjóra til Flogbóltssamband Føroya

Stjóri til Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya leitar eftir nýggjum stjóra. 
 
Hetta er eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í eini ítróttagrein í stórari menning.
 
Við nýggja stjóranum verða tvey starvsfólk í umsitingini.  

Umframt ábyrgdina av skrivstovuni fært tú sum stjóri ábyrgdina av samskiftinum við starvsnevnd, venjarar, feløg, flogbóltssambond í øðrum londum og onnur altjóða sambond. 
 
Tú gongur á odda við at skapa fíggjarligar inntøkur fyri flogbóltin og at seta upp karmar fyri tey tiltøk, sum eru skipað av FBF.
 
Virksemið hjá FBF er vaksið nógv seinastu árini. Tí skalt tú sum stjóri standa á odda fyri at skipa arbeiðið og mynda leistin, nýggju uppgávurnar verða loystar í. 

Ein partur av virkseminum hjá FBF er uttanfyri vanliga arbeiðstíð og verður starvið tí helst ein lívsstílur. Hetta tí, at nógv samskifti er við røsku sjálvbodnu flogbóltsfamiljuna kring landið, og tí at kappingar, finalur og landsdystir vanliga liggja um vikuskiftið ella uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Tí er talan ikki um eitt vanligt 8-16 arbeiði. 

FBF luttekur á ráðstevnum, fundum og kappingum uttanlands, og tí kann nakað av ferðing koma fyri.
 
Sum stjóri hevur tú beinleiðis tilvísing til starvsnevndina í FBF.
 
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir, fíggjarligt innlit, góð samstarvs- og samskiftisevnir og hevur royndir at leggja langtíðarætlanir, sum verða fylgdar.
 
Starvið verður lønt sambært avtalu.
 
Freistin at søkja er 31. januar 2024.
 
Umsókn skal sendast Peter Holm, formanni í Flogbóltssambandi Føroya, á peter@fbf.fo 
 
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at skriva á peter@fbf.fo ella at ringja á 51 77 77.

 

Um FBF
Flogbóltssamband Føroya er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya – ÍSF.
 
FBF varð stovnað í 1980, og útvið 2.000 børn, ung og vaksin íðka flogbólt í Føroyum. Umframt hetta er eitt stórt tal av sjálvbodnum virkin í feløgunum kring landið.
 
FBF skipar allar kappingar innan flogbólt í Føroyum, og stendur fyri einum umfatandi menningararbeiði og landsliðsarbeiði.
 
FBF hevur limaskap í altjóða flogbóltssambondum – norðurlendskum, evropeiskum og alheims. FBF luttekur eisini her við eini røð av landsliðum í norðurlendskum og evropeiskum kappingum.