FBF stórar ætlanir fyri landsliðini í flogbólti
Framsøkna málið er, at um 3-4 ár skulu A-landsliðini hjá kvinnum og monnum leika í evropiskum CEV undankappingum. Langtíðar avtalur eru gjørdar við landsliðsvenjarar í hesum sambandi, og ungdómsarbeiðið fyri landslið hjá FBF verður harumframt tillagað hesum máli
Higartil hava føroysku A-landsliðini í flogbólti leikt á oyggjaleikum, leikt onkrar kappingar, sum eru skipaðar fyri smærri lond, og so onkrar einstakar landsdystir. Landsliðsarbeiðið hevur so verið skipað eftir hesum einstøku kappingum ella dystum.
Á aðalfundinum hjá FBF, sum varð hildin hin 13. juni 2021, valdi Magnus Tausen at fara frá sum formaður eftir at hava sitið í sessinum í 20 ár, og í hansara stað var Peter Holm valdur sum formaður. Magnus Tausen heldur tó fram í nevndini. Winnie Simonsen stillaði ikki uppaftur, og ístaðin varð Jóhan á Mýrini valdur. Nevndin hevur síðani skipað seg við Jónley Poulsen sum næstforkvinnu.
Nýggja nevndin hevur lagt framsøknar ætlanir fyri landsliðini. Málið er, at um 3-4 ár skulu Føroyar kunna luttaka í vanligum evropeiskum undankappingum fyri A-landsliðini hjá monnum og kvinnum, og sum ein avleiðing av hesum verður ambitiónsstigið fyri U-landsliðini eisini uppstigað. Hetta merkir, at talan frameftir fer at verða um eitt áhaldandi landsliðsarbeiði og ikki bara fyrireikingar til einstakar kappingar.
“Hetta er gjørt, tí tað er neyðugt at royna at lyfta ambitiónsstigið fyri flogbóltin og at geva okkara bestu leikarum nýggjar avbjóðingar eins og at geva øllum leikarum okkurt spennandi at stremba eftir fyri á tann hátt at menna flogbóltin í Føroyum”, sigur nýggi formaðurin, Peter Holm
Í hesum sambandi eru langtíðarsáttmálar gjørdir við venjara hjá kvinnum og monnum.
Jens Bang er settur sum landsliðsvenjari hjá monnum umframt U19 við tí máli at byggja upp eitt lið, sum um 3-4 ár kann taka stigið og luttaka í vanligu undankappingunum hjá CEV. Jens Bang hevur sum venjari vunnið eina røð av donskum meistaraheitum, steypakappingum og norðurlendskum meistaraheitum og hevur m.a. verið hjálparvenjari hjá danska kvinnulandsliðnum. Suni Hansen verður hjálparvenjari hjá Jens Bang.
Lars Engell, sum í eina tíð hevur verið landsliðsvenjari hjá kvinnum, heldur fram, umframt at hann eisini heldur fram sum venjari hjá U19. Tó hesa ferð við einum langtíðarsáttmála við sama málsetningi sum venjarin hjá monnum. Lars hevur eisini vunnið eina røð av donskum meistaraheitum, steypakappingum og norðurlendskum meistaraheitum, umframt at hann longu kennir føroyskan flogbólt, tí hann frammanundan hevur verið venjari hjá kvinnulandsliðnum umframt høvuðsvenjari hjá KÍF. Kristian Mikkelsen verður hjálparvenjari hjá Lars Engell.
Arbeiðið við U landsliðunum verður eisini uppstigað, og arbeiðshættirnir tillagaðir málsetningunum fyri A-landsliðini.
Fyri U15 og U17 hjá gentum er Romica Øster settur sum venjari, meðan Christian Imhoff er settur sum venjari fyri U15 og U17 hjá dreingjum.
Jens Bang høvuðsvenjari hjá monnum
Ovara myndin er av Lars Engell, høvuðsvenjaranum hjá kvinnum