Stroyming og dystarskráin fyri smálandakappingina í Íslandi fyri U19 gentur

Stroyming og dystarskráin fyri smálandakappingina í Íslandi fyri U19 gentur
 
Tíðirnar eru føroyskar:
Fríggjadag 3. sep. kl. 18.00 Ísland – Gibraltar
Fríggjadag 3. sep. kl. 21.00 Føroyar – Malta
Leygardag 4. sep. kl. 15.00 Malta – Ísland
Leygardag 4. sep. kl. 18.00 Gibraltar – Føroyar
Sunnudag 5. sep. kl. 15.00 Malta – Gibraltar
Sunnudag 5. sep. kl. 18.00 Ísland – Føroyar
 
Stroyming
Sambært heimasíðuni hjá íslendska flogbóltssambandinum verða allir dystirnir stroymdir. Enn er einki leinki kunngjørt, júst hvar stroymingin er, men heimasíðan hjá íslendska flogbóltssambandinum sigur, at tað verður lagt út, so hvørt kappingin nærkast.

Heimasíðan hjá íslendska flogbóltssambandinum er á www.bli.is ... fylgið við har!
STROYMINGIN VERÐUR Á YOUTUBE KANALINI HJÁ ÍSLANDSKA FLOGBÓLTSSAMBANDINUM HER:
https://www.youtube.com/channel/UCZt6EiBqoiCzFkggqklxecg

 
Føroyska liðið:
Úr Fleyr: Vár Rajani Færø, Hanna Iansdóttir Biskupstø, Helena Skylv Hansen
Úr SÍ: Sofía Weihe Simonsen, Janna Falkvard, Inga Helena Henriksen, Eva Gunn Niclasen
Úr KÍF: Milja Silvansdóttir, Marta Fagrakeltt, Jakobina Joensen
Úr Mjølni: Anna Arnholdsdóttir
Úr Drátti: Henrikka Wang Jacobsen
 
Venjari: Lars Engell
 
Førosykur dómari í kappingini: Dávid Hentze