ÍSF faldari: Tann óhoyrdi ágangurin

ÍSF hevur gjørt ein faldara um kynsligan ágang í ítróttarfeløgum.
 
Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki hugaliga evni at viðgera.

Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttaleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum, og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi.

Ítróttasamband Føroya hevur tí í samstarvi við Danmarks Idrætsforbund tilevnað hendan bóklingin, fyri at
 

  • feløg skulu vera ansin og geva gætur, at kynsligur ágangur kann koma fyri
  • eggja feløgum at tosa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi
  • fortelja venjarum, leiðbeinarum og leiðarum, hvat kann verða gjørt, um illgruni er um kynsligan ágang
  • upplýsa um hvørjar lógarreglur eru galdandi viðvíkjandi kynsligum sambandi við børn og ung


Tað er mítt ynski og mín vón, at bóklingurin kann hjálpa feløgunum í teirra arbeiði at forða kynsligum ágangi á børn og ung í ítróttini.

Elin Heðinsdóttir Joensen
ÍSF forseti
 
Leinki til faldaran (PDF):
https://isf.fo/wp-content/uploads/2017/10/2017-10-24-%C3%8DSF-%C3%93hoyrdi-%C3%A1gangurin-web.pdf