TB, dreingir 14, í steypafinaluni
Síðsta liðið skuldi í dag finnast til steypafinalurnar leygardagin 25. - 27. februar. Dreingir 14 hjá Mjølni og TB brustu saman í Gundadalshøllini.
TB tryggari
Alt fyrsta sett var TB omaná. Leikararnir hjá TB vóru tryggari á bóltinum, liðið tóktist betur samanspælt og Mjølnir megnaði ongantíð rættiliga at hótta
Mjølnir nærkast
Í øðrum setti streyk TB avstað við góðum servum, sum Mjølnir als ikki fekk í spæl. TB kom væl framun, men Mjølnir vildi ikki rættiliga leggja seg og vann seg inn aftur. Men tá ið teir rættiliga høvdu møguleikan at leggja trýst á, svaraði TB avgerandi aftur. TB var tá ið av tornaði rættiliga greitt omaná og vann 2-0 við settunum 25-19 og 25-20.
TB skal tí spæla steypafinalu.
Til lukku, TB!