Innbjóðing til TB-kapping 2018: Flogbørn og G/D 12

Hervið vil TB bjóða til flogbóltskapping í Trongisvági leygardagin 27. og sunnudagin 28. oktober 2018.
 
Kappingin er fyri:
- Flogbørn 0-1-2-3
- Gentur og dreingir 12 ár
 
Meldast skal til á tbflogboltur2016@gmail.com 
Eru spurningar, kann ringjast til tlf. 21 20 13
 
Heitt verður á feløgini um at senda okkum eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum. 
 
Tilmeldingarfreistin er tórskvøldið 18. oktober 2018 (norðanfyri Suðuroynna er tórskvøld tað sama sum hóskvøld:-)
 
Luttøkugjaldið er 200 kr. pr. lið
Vinarliga flytið peningin á konto:  9870 - 0009985965
Er luttøkugjaldið ikki goldið 18. okt., kann nevnda lið / felag roknast sum ikki tilmeldað.
 

Tað hevði glett okkum at sæð luttøku av øllum flogbóltsfeløgum í landinum.

Við flogbóltskvøðu
TB