TB kappingin 2018 - flogbørn og U12 (myndir)

Leygardagin 27. oktober var TB kapping í flogbólti fyri flogbørn á skránni í høllini í Trongisvági.

Byrjað var kl. 9.30 um morgunin og leikt var til umleið kl. 16 seinnapartin. Um 54 lið vóru meldaði til úr KÍF, Drátti, ÍF, B71, Ternuni, SÍ, Fleyr og TB. 

Kappingin gekk væl og fingu børnini sunkist og frukt eftir lokna kapping.

Fleiri feløg nýtti eisini møguleikan at svimja í Páls Høll og vitja kring oynna.

Ovasta myndin er av Level 0 bólkinum.

 


Level 1 og 2

 


Level 3



Í 2. deild í gentum 12 gjørdist Dráttur b vinnari.

 


Í 1 deild í gentum 12 gjørdist Fleyr vinnari.



Í meistaradeildini í gentum 12 gjørdis SÍ a vinnari.

 


Í 1. deild í dreingjum 12 gjørdist Ternan vinnari.



Í meistaradeildini í dreingjum 12 gjørdist ÍF a vinnari.