Tórshavnmarmeistaraheitið í Flogbørnum
Flogbóltsfelagið Fleyr skipar í morgun fyri Tórshavnar-meistarakapping í skúlaflogbólti.
Hetta er kapping millum skúlarnar í Tórshavnar Kommunu, og tey sum kunnu luttaka eru 2., 3. og 4. flokkarnir í kommununi.
Spælt verður eftir leikreglunum í flogbørnum, sum áður varð kent sum Kids-volley, men sum nú hevur fingið nýtt heiti.
Tað er Peter Morell, menningarleiðari hjá Flogbóltssambandinum, sum samskipar kappingina. Seinni í ár verða líknandi kappingar fyriskipaðar aðra staðir í landinum.
Omanfyri 100 børn eru við í kappingini, sum verður spæld í ítróttarhøllini í Hoyvík.
Peter Morell, samskipari frá FBF