4. pláss til Føroyar í U16 EM-undankappingini
Føroya spældu kl. 15.30 sín seinasta dyst í U16 EM-kappingin, sum er í Høllini á Hálsi.
Dysturin var ímóti Svøríki, sum vann dystin 3-0, men í 3. settið var Svøríki í stórum trupulleikum, tá Føroyar eitt skifti førdi 18-14, men eftir nakrar smáfeilir, megnaði føroyska liðið ikki at halda fast, og tapti settið 25-22. Hini settini endaður 25-17 og 25-20.
Sum væntað, so hevði Svøríki sterkara liðið, men við tað at hetta er fyrstu ferð Flogbóltssambandið hevur landslið í hesum aldurbólkinum, so verður eitt samlað 4. pláss mett sum ein góð byrjan.
Við 4. plásssinum hevur føroyska liðið eisini vunnið sær rætt til lutøku í øðrum umfari í kappingini. Henda kapping verður í vár.
Fyrr í dag spældu Írland og Ísland, og henda dystin vann Írland óvæntað 3-1, við settúrslitunum 25-13, 7-25, 25-23 og 25-18.
Klokkan 18.00 spældu Danmark og Finnland finalu. Finnland vann 3-0 við settúrslitunum 25-17, 26-24 og 25-18.
Allir dystirnir kunnu síggjast aftur her.