U16 landsliðsbólkur, gentur, nógvar venjingar

U 16 landsliðið hjá gentum, sum í døgunum 4. - 6. januar 2019 verður við í EM-kapping fyri fyrstu ferð, hevur nógvar venjingar saman restina av árinum. Í løtuni telur bólkurin 16 gentur, men hetta skal áðrenn kappingina skerast niður á 12 gentur.

Kappast verður í einum bólki upp á 6 lið, og hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki, Danmark, Írland og Ísland. Sum nevnt, er tað fyrstu ferð, at Flogbóltssamband Føroya hevur teknað lið til eina EM-kapping í hesum aldursbólkinum, so trupult er nú at siga, hvussu genturnar fara at standa seg í kappingini.
 

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Tær, sum eru á liðnum, eru hesar:

Frá Drátti:
Alexandra Jørgensen
Kristina Lovisa Thomassen
Paula Nattestad

Frá KÍF:
Kristianna Bartalsdóttir
Milja Silvansdóttir

Frá ÍF:
Nicola Toftegaard

Frá SÍ:
Anja Sólja Niclasen
Bára Jansdóttir
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Maria Magnussen
Sofía Weihe Simonsen
Tóta Búadóttir
Rannveig Rós Joensen

Frá TB:
Bjarta Sørensen
Ingrid Erharsdóttir
Vár Ólavsdóttir