U16 EM: Yngsti árgangur nakrantíð
Tá ið dyrnar verða latnar upp fyri EM-flogbólti í Stórhøllini á Hálsi fríggjadagin 4. januar, er tað fyrstu ferð nakrantíð, at vit bjóða okkum fram við so ungum landsliði.
U16 landsliðið hjá kvinnum
Flogbóltssamband Føroya hevur seinni árini víðkað virksemið millum ungu landsliðini. Men tað er fyrstu ferð, at vit fara í EM-kapping við so ungum liði sum hesaferð. Talan er um gentur føddar í 2004 og seinni, og eru tær sostatt 14 ár og yngri. U16 landsliðið hjá Føroyum dystast ímóti 5 øðrum sterkum landsliðum í Stórhøllini í døgunum 4. - 6. januar í 2019. Hini londini eru Finnland, Svøríki, Danmark, Ísland og Írland.
"Vit vita lítið og einki um støðið á hesum aldursbólkum hjá hinum londunum, ið koma í kapping, men tað vit hava sæð frá Finnlandi í NEVZA-kappingum er, at tær altíð eru sterkar. Ofta kemur Finnland við yngri árgangum til hesar kappingar, tí støðið er so høgt hjá teimum. So Finnland er sterkt, heilt sikkurt, og felags fyri øll londini, ið koma higar, er at tey eru munandi fólkaríkari enn vit eru. Men okkara gentur eru óførar og hava vant nógv. Og í Rajko og Hans hava vit sterkt venjaratoymi, sum longu hevur nógv góð úrslit at vísa á, so vit hava tí góðar vónir", sigur formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Magnus Tasuen.
Genturnar fingu fína vitjan
Til seinastu venjingina undan jólum fingu genturnar vitjan frá borgarstjóranum og varaborgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen og Gunvør Balle. Tær báðar løgdu leiðina framvið Stórhøllini at heilsa upp á genturnar og venjararnar og vóru sjálvandi væl móttiknar. Spurdar, hvussu tær fara at klára seg, var onkur av gentunum heilt ivaleys: "Vit fara at vinna - sjálvandi". Tað er ein góður hugburður at hava, vóru tær báðar Annika og Gunvør samdar um.
Hvussu tað verður við tí, fáa vit alt samalt at síggja, tá ið kappingin verður frá fríggjadegnum 4. januar - sunnudagin 6. januar í 2019.