U16 EM: Landsliðið úttikið

U16 gentulandsliðið, sum á heimavølli skal taka ímóti Írlandi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Finnlandi, er nú endaliga úttikið.

EM-kapppingin verður í Stórhøllini á Hálsi og verður fyrsti dysturin leiktur klokkan 8.30 fríggjamorgunin 4. januar 2019. Øll liðini koma til landið við Atlantic Airways hósdagin og gista á Hotel Føroyum.

Liðini eru býtt í tveir bólkar og eru Føroyar í bólki saman við Danmark og Írlandi.

Í hinum bólkinum eru Finnland, Svøríki og Ísland.


Fríggjdagin skulu Føroyar spæla tveir dystir:
kl. 15.00 Føroyar - Írland
kl. 19.30 Danmark - Føroyar


Hinir dystirnir fríggjadagin eru hesir:
kl.  8.30  Finnland - Ísland
kl. 10.30 Danmark - Írland
kl. 13.00 Svøríki - Ísland
kl. 17.30 Finland - Svøríki

Hildið verður síðani fram við hálvfinalum og finalum leygardagin og sunnudagin.



Allir dystirnir verða stroymdir - sí skránna og leinki til dystirnar her.



Úttiknu leikararnir á føroyska U16 gentulandsliðnum eru:

TB:
Bjarta Sørensen

ÍF:
Nicola Toftegaard

KÍF:
Milja Silvansdóttir
Kristianna Bartalsdóttir

Dráttur:
Paula Nattestad Joensen
Kristina Louisa Thomassen

SÍ:
Anja Sólja Niclasen
Bára Jansdóttir
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Rannveig Rós Joensen
Sofía Weihe Simonsen
Tóta Búadóttir

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.