Úttøkuvenjing fyri U16 gentur
Kl. 13.00 til 15.30 leygardagin 25. august í høllini á Hálsi

Myndin: Høllin á Hálsi verður karmur um kappingina.

Vit skulu boða frá, at útøkuvenjingin hjá gentum U16 (føddar 1. januar 2004 ella seinni), verður klokkan 13.00 til 15.30 – leygardagin 25. august í Høllini á Hálsi.

Vinaliga sendið inn nøvn á leikarum sum koma við.

Vinaliga,
FBF


=======================================

Til feløgini!
 

So er gongd í aftur!

Leygardagin 25. august kl. 13.00 til 15.30 verður skipað fyri úttøkuvenjing í Havn fyri U16 gentur í høllini á Hálsi.

Aldursbólkur: føddar eftir 1. januar 2004.

 

Flogbóltssambandið hevur tilmeldað henda árgang til EM kappingina komandi ár.

Evropeiska Flogbóltssambandið hevur harumframt heitt á Føroyar um at skipa fyri. Hesum arbeiða vit við í løtuni.

Ætlandi verður kappingin í Stórhøllini á Hálsi í Havn í døgunum 3. - 7. januar 2019.

Liðini, sum verða við, eru Danmark, Finland, Ísland, Svøríki og Írland umframt Føroyar.

Vinaliga sendið okkum navnalista á teimum gentum, sum koma við til venjingina. Um onkur av ávísum orsøkum ikki fær møtt henda dagin – vinaliga boða okkum frá, eins og tit upplýsa navnið á hesari.

 

Venjarar verða Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Eru spurningar, so skriva tit bara til okkum á fbf@fbf.fo

 

Vinaliga,
Flogbóltssamband Føroya