So eiga U17 dreingirnir tørn

Eftir eitt hendingarríkt vikuskifti við EM-flogbólti í Høllini á Hálsi, har U16 genturnar tryggjaðu sær víðari luttøku til 2. umfar av EM-kappingini, so standa U17 dreingirnir nú fyri tørni.

Landsliðið hjá dreingjunum fór í morgun við Atlantsflogi til Danmarkar og víðari til Finnlands, har liðið í døgunum 10. - 14. januar 2019 skal verða við í EM-undankappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane.

Til samans verða 4 lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki og Danmark - ein sterkur bólkur. Bólkavinnarin kvalifiserar seg beinleiðis til EM-finaluumfarið, sum verður í Sofia í julimánaði. Nr. 2 og 3 kvalifisera seg millumumfarið og fáa har enn ein møguleika at spæla seg í finalu-umfarið.

Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Finnlandi fríggjdagin og ímóti Svøríki og Danmark leygardagin. Sunnudagin verður finala og dystur um 3. plássið.

Hetta er fysta ferðin, at Føroyar eru við í EM-kapping í hesum aldursbólkinum. Hetta er tó bert aðru ferð, at spælt verður um U17 EM. Fyrra ferðin var í 2017, tá Italia vann. 

Allir dystirnir verða stroymdir á youtube her.


Teir úttiknu leikararnir eru:

Úr Fleyr
Mattias Nolsøe Isaksen
Hørður Joensen
Eyðfinn Rajani Færø
Tórur Paulason

Úr SÍ
Bjarni Joensen
Róar Anderson
Elias Ellingsgaard
Silas Poulsen

Úr ÍF
Petur Meinhard Lundsbjerg
Rúnar Johnsson

Úr TB
Gilli Pálsson Augustinussen

Úr Ternuni
David Olsen

Venjarar eru Magnar K. Vang, Rógvi Nielsen og Hans Sejer Tummasarson.

Í ferðalagnum eru eisini Andreas Zachhau, sum tekur statistikk og Jónley Poulsen, sum er ferðaleiðari.