U17 dreingir: Innbjóðing til úttøkuvenjing - NEVZA 2020

Um alt gongur sum tað skal, verður NEVZA kapping fyri U17 gentur og dreingir í Ikast í Danmark í oktober 2020. 

 U17 Dreingir:

Vit fara nú undir at fyrireika okkum til hesa kapping og bjóða tí øllum leikarum, sum eru føddir í 2003 ella seinni til úttøkuvenjing í Stórhøllini á Hálsi í Havn:

  • Leygardagin 30. mai kl. 11-13 og 15-17
  • Sunnudagin 31. mai kl. 13-15


Venjari verður Magnar Vang.


Aftaná hesar venjingar verður ein bruttohópur úttikin. Tað er tí av alstórum týdningi, at allir leikarar møta til hesar venjingar. Um leikari ætlar at luttaka og ikki kann møta, skulu boð sendast á Messenger til Magnar. 


Tá úttøkan er framd verður framhaldandi venjing fyri teimum, sum ikki eru úttiknir, hetta verður saman við bruttohópinum einaferð um vikuna. Bruttohópurin venur oftari. Vit vænta, at tit úti í feløgunum kenna leikararnar allarbest, og tí vita tit best, hvørjir leikarar eiga at luttaka. Vit ynskja at síggja flest møguligar leikarar.

Vit gleða okkum at síggja nógvar dreingir í høllini leygardagin 😊

 

Vinaliga
FBF