U17 EM: Taptu 3-0 fyri Finnlandi
Føroysku dreingirnir tapu í dag 3-0 fyri U17 landsliðnum hjá Finnlandi. Settini endaðu 25-9, 25-11 og 25-10.
Finska liðið var sera gott, og miðalhæddin var væl omanfyri tað føroyska liðið. Harafturat hevði liðið sera góðar servur, so samanumtikið hevði føroyska liðið ikki nakran møguleika móti finnum í dag. Finska landsliðið verður eisini mett at vera tað sterkasta í kappingini.
Í morgin spælir føroyska liðið 2 dystir. Klokkan 08.00 føroyska tíð er mótstøðuliðið Danmark, og klokkan 14.00 verður spælt móti Svøríki.
Fleiri upplýsingar um stroyming o.a. siggjast her.
Leikskráin er annars henda:
Leygardagin 12. januar:
08.00 Danmark - Føroyar
10.30 Finnland - Danmark
14.00 Føroyar - Svøríki
16.30 Svøríki - Finland
Sunnudagin 13. januar
10.00 Bronsudystur
13.00 Finala
Leikararnir á liðnum eru hesir:
Úr Fleyr
Mattias Nolsøe Isaksen
Hørður Joensen
Eyðfinn Rajani Færø
Tórur Paulason
Úr SÍ
Bjarni Joensen
Róar Anderson
Elias Ellingsgaard
Silas Poulsen
Úr ÍF
Petur Meinhard Lundsbjerg
Rúnar Johnsson
Úr TB
Gilli Pálsson Augustinussen
Úr Ternuni
David Olsen
Venjarar eru Magnar K. Vang, Rógvi Nielsen og Hans Sejer Tummasarson.
Í ferðalagnum eru eisini Andreas Zachhau, sum tekur statistikk og Jónley Poulsen, sum er ferðaleiðari.