U17 EM: Finnland vann spennandi finalu. Føroyar nr. 4

Danmark - Føroyar 3-0 (25-8, 25-16, 25-13)
Føroyar taptu sunnumorgunin greitt 3-0 fyri Danmark í dystinum um triðja plássið í kappingini. 

Í fyrsta setti streyk Danmark avstað frá  9-7 til 23-7 í einum!

Fyrstu løtuna av øðrum setti fylgdu Føroyar so dánt við og vóru eisini frammanfyri 5-3, men so við og við dró Danmark frá og vann 25-16. 

Triðja sett var meinlíkt tí undanfarna. Frá 6-5 fór Danmark uppá 9-5, og so líðandi vaks munurin, til Danmark at enda vann 25-13. 


Finnland knógvaði Svøríki í spennandi finalu
Finnland – Svøríki 3-0 (25-23, 25-22, 25-22)


Finnar vóru favorittar í finaluni móti svium, og teimum eydnaðust eisini at vinna 3-0, men tað var ikki uttan svørðsslag, tí í øllum trimum settunum var Svøríki frammanfyri við nógvum stigum, áðrenn Finnland stríddi seg til sigurs. 

Í fyrsta setti var Svøríki á odda við 14-10, áðrenn Finnland javnaði til 15-15 og sníkti seg 1 og 2 stig framum og vann settið 25-23. 

Í øðrum setti sá veruliga væl út hjá svium, tá teir førdu 13-5. Men so fór Finnland at elta, og vann seg upp á 18-21, tá tríggjar servur fingu avgerandi ávirkan á settið. Fyrst servaði Svøríki útav síðulinjuni, og síðani hevði Finnland tvey servuess og javnaði til 21-21 og helt fram til 24-21, áðrenn settið varð tryggjað við 25-23.

Men Svøríki hevði ikki givið skarvin yvir, og aftur var Svøríki frammanfyri 20-17. Men Finnland vann síðani 6 bóltar á rað og legði seg framum 23-20 og vann at enda settið 25-22 og finaludystin 3-0. Men tørvur var veruliga á øllum tí sisu, sum hendur kundu fáast á. 

Endaliga støðan í kappingini:
Nr. 1 Finnland
Nr. 2 Svøríki
Nr. 3 Danmark
Nr. 4 Føroyar

Finnland spældi seg sum vinnari beinleiðis til finaluumfarið. Svøríki og Danmark koma í millumumfarið.