Frásøgn frá U17-gentunum í EuroVolley 2022 undankappingini
Dagur 1
Í dag fóru vit avstað við U17-gentulandsliðnum til CEV-kapping í Køge.
Her hava vit gjørt eitt lítið videobrot frá degnum í dag. Dagurin er blivin brúktur uppá ferðing og eina venjing.
Í morgin (fríggjadagin) spæla vit ímóti Finnlandi kl. 13 og ímóti Norra kl. 20. Tvey sterk lið, so mótstøðan verður hørð, men vit ætla okkum at kempa. Hetta er eitt ungt og nýtt lið, og bert ein av teimum hevur verið á landsliðnum fyrr, so tær eru allar sera spentar.
Á liðnum eru :
Nicola Toftegaard
Dagmar Djónadóttir
Sára Gøthe Magnusdóttir
Súsanna Vinjardsdóttir Magnussen
Ranja Jóhannesardóttir Magnussen
Sára Kambskarð
Rikka Allansdóttir Joensen
Elin Hovgaard
Saranja Mouritsen
Miriam Johannesen
Brá Zakariasardóttir
Rannvá við Streym
Høvuðsvenjari :
Romica Øster
Hjálparvenjarar :
Ian Dam
Beata Leifsdóttir Skaalum
------------
Dagur 2:
Føroyar - Finnland
Nú hava vit spælt fyrsta dystin. Tíverri taptu vit 3-0 móti Finnlandi. Hørð mótstøða og nervar, men tað er gott at koma í gongd, og vit ætla at gera tað betri í kvøld, tá vit spæla móti Norra kl. 20 danska tíð.
Nicola Toftegaard var av venjarunum vald til besta leikara hendan dystin.
Føroyar - Norra
Næsti dysturin hjá gentunum var ímóti Norra kl. 20 danska tíð í fríggjakvøldið. Hesin dysturin endaði 3-0 til Norra, men vit høvdu eisini løtur, tá vit vóru frammanfyri og vit royndu tað, sum vit megnaðu.
Rikka Allansdóttir Joensen var vald til besta leikara av venjarunum.
Leygardagin spæla vit ímóti Danmark kl. 16 danska tíð.
------------
Dagur 3
Føroyar-Danmark
Triði dysturin hjá okkum gekk væl betri. Genturnar kennast betri á bananum og kempaðu eisini meira. Vit vóru fleiri ferðir frammanfyri Danmark, einaferð 7-1, men vit manglaðu líka tað síðsta og taptu 3-0 við settúrslitunum 19-25, 19-25 og 21-25.
Sunnudagin møta vit Íslandi kl. 12 danska tíð (11 føroyska tíð). Íslandi tapti eisini 0-3 ímóti Danmark í dag, og tann dysturin var eisini tættur, so vit vænta okkum ein góðan dyst í morgin, og vit ætla okkum so bestemt at vinna!
Dagsins leikarar vórðu av venjarunum valdar at verða Súsanna Maria Magnussen og Sára Kambskarð.
Vegna U17 genturnar
Beata Leifsdóttir Skaalum, hjálparvenjari
Helst fáa vit nøkur orð aftrat frá ferðalagnum einaferð eftir dystirnar sunnudagin.