U17-gentulandsliðið til NEVZA-kappingina úttikið
Venjarin hjá U17 gentunum, Romica Øster, hevur úttikið 12 leikarar, sum skulu spæla í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast, Danamark, 18. til 20. oktober.
Føroyska U17-landsliðið við gentum:
Tóta Búadóttir, SÍ
Sofía Weihe, SÍ
Helena Skylv, Fleyr
Milja Silvansdóttir, KÍF
Heiðrun Sunadóttir, Fleyr
Paula Nattestad, SÍ
Nicola Toftegaard, ÍF
Anja Sólja Niclassen, SÍ
Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
Emma Øregaard, Mjølnir
Andreja Petrovic, SÍ
Bára Jansdóttir, SÍ
Venjari: Romica Øster
NEVZA-kappingin í 2020 var avlýst vegna koronu.
4. pláss seinast
Í 2019 gjørdust Føroyar nr. 4 av teimum 7 luttakandi londunum, eftir at hava tapt bronsudystin ímóti Svøríki 3-0 (23-25, 18-25, 22-25).
Hálvfinaluna taptu Føroyar 3-1 fyri Onglandi (19-25, 19-25, 25-20, 24-26). Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Føroyar á Grønlandi, Íslandi og Noregi.
Men hvat er NEVZA?
Fyrr plagdu vit at spæla í NM-kapping – kapping um norðurlendska meistaraheitið. Men síðani er hetta broytt eitt sindur. NEVZA, sum merkir North European Volleyball Zonal Association (ja, fínt skal tað vera), varð sett á stovn, og Ongland gjørdist partur av tí felagsskapinum og er tí eisini við í kappingini nú. Ætlanin var eisini, at onnur av bretsku londunum og kanska Írland skuldu koma við í felagsskapin, men hetta er ikki hent.
So í stuttum kunnu vit siga, at NEVZA-kappingin er ein kapping um ein víðkaðan norðurlandameistaraskap, har Ongland er við.