U17 gentur, úttøkuvenjing 25. august - Nevza-kapping í Danmark
Leygardagin 25. august verður skipað fyri felags úttøkuvenjing í Havn fyri U17 gentur, sum skulu til NEVZA kappingina í heyst.
Venjingin verður í Høllini á Hálsi klokkan 13.00 til 15.30 – vita hava báðar hallirnar.
Aldursbólkur: føddar 1. januar 2001 ella seinni.
Tíðarfreistin er stutt, men vit halda, at tað er av týdningi, at vit fáa henda aldursbólkin í gongd sum skjótast!
Vinaliga sendið okkum nøvn á teimum, sum koma til venjing, og eisini nøvnini á teimum, sum ikki kunnu koma vegna stuttu tíðarfreistina.
Um onkrar gentur eisini eru við í U16 bólkinum, so vilja vit mæla til, at tær hetta vikuskiftið venja við U16 bólkinum, men at tit fráboða okkum hvørjar tær eru.
Flogbóltssambandið hevur meldað henda árgang til NEVZA kappingina í heyst, sum verður í Ikast í døgunum 14. - 19. oktober.
Venjarar verða Romica Øster og Jákup Villiam Sivertsen.
Eru spurningar, so skriva tit bara til okkum.
Aðrir landsliðsbólkar:
Eisini dreingir føddir 1. januar 2003 ella seinni skulu til EM-kapping við ársbyrjan 2019. Henda kapping verður í Finnlandi annað vikuskiftið í januar. Hetta er fyrstu ferð teir eru við
Tit kunnu rokna, við at henda venjing verður sunnudagin 2. september – eisini her koma vit at spyrja um nøvn, so tykkara venjarar kunnu gott fyrireika seg upp á hetta.
U19 genturnar, sum skulu til Kettering í oktober, verða eisini kallaðar inn til venjing sum skjótast – hesin aldursbólkur er føddur 1. januar 1999 ella seinni.
U17 og U19 dreingirnir eru byrjaðir sína venjingar.