U17 landsliðið hjá kvinnum skorið niður á 18 leikarar
Eftir U17-landsliðsvenjingarnar sunnudagin 18. september hava venjararnir Niclas Joensen og Magnus Tausen tikið út 18 gentur, sum skulu vera til næstu venjingarnar.
Hesar umboða 7 ymisk feløg í Føroyum.
Liðið skal í døgunum 17. – 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast. Hini londini verða Ongland, Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland og Ísland.
Tær 18 genturnar, ið skulu halda fram við venjingum á U-17 landsliðnum, eru:
Dráttur:
Petra Sunadóttrir Hansen
Fleyr: Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørt Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen
SÍ: Eyðvør Torbjørnsdóttir Poulsen, Tórunn Kruse, Guðrun Kruse, Inga Helena Henriksen, Katla Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir
Mjølnir: Joan Marstein
ÍF: Frígerð H. Hansen, Joan B. Jensen, Tóra H. Djurhuus
TB: Sára Maria Johansen, Teresa Magnussen
KÍF: Elsa Samuelsen