U17 landsliðið við dreingjum úttikið
Eftir U17-landsliðsvenjingarnar sunnudagin 18. september hava venjararnir Kristian Mikkelsen og Jan Hentze tikið út 12 dreingir, sum skulu vera til næstu venjingarnar.
Hesir umboða 4 ymisk feløg í Føroyum.
U17-landsliðið skal í døgunum 17. – 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast. Hini londini verða Ongland, Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland og Ísland.
Hópurin er hesin:
SÍ: Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen
Fleyr: Jónfinnur Hansen, Dávið Hentze, Gilli Samuelsen
TB: Niklas Djurhuus, Bárður Dimon
ÍF: Ingálvur Olsen