U17 landsliðið hjá kvinnum endaliga úttikið

Eftir seinastu landsliðsvenjingina mikukvøldið 5. oktober er føroyska U17 kvinnulandsliðið endaliga úttikið.

18 leikarar dystaðust nú til endans um tey 12 plássini. Hesir 12 leikararnir umboða 7 flogbóltsfeløg.
 
Úttiknar eru:
Dráttur: Petra Sunadóttrir Hansen 
Fleyr: Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen 
SÍ: Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir 
Mjølnir: Joan Marstein 
ÍF: Frígerð H. Hansen
TB: Sára Maria Johansen
KÍF: Elsa Samuelsen 
 
Føroyska U17 landsliðið skal dystast í Nevza-kappingini, sum er ein víðkað Norðurlendss kapping fyri U17 og U19 landslið. Kappingin verður í Ikast frá 17. - 20. oktober. Ferðalagið fer av landinum 16. oktober og er aftur í Føroyum 21. oktober.