U17 landsliðini komin til Billund
Sunnukvøldið komu U17 landsliðini hjá gentum og dreingjum til Billund beineliðis við Atlantic Airways. Liðini skulu í døgunum 17. til 20. oktober vera við í altjóða kapping í Ikast, sum er millum Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland, Ongland og Føroyar.
Føroysku U17 genturnar spæla fyrsta dystin mánakvøldið kl. 19:00 føroyska tíð ímóti Onglandi, meðan U17 dreingirnir somu tíð spæla ímóti Noregi.
Báðir dystirnir verða stroymaðir – hvar hetta kann síggjast, verður upplýst mánadagin á facbook-síðuni hjá Flogbóltssambandinum.
Venjarar hjá U17 kvinnunum eru Magnus Tausen og Hans Simonsen, meðan Kristian Mikkelsen og Jan Hentze eru venjarar hjá U17 monnunum.
U17 genturnar:
Dráttur: Petra Sunadóttrir Hansen
Fleyr: Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen
SÍ: Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir
Mjølnir: Joan Marstein
ÍF: Frígerð H. Hansen
TB: Sára Maria Johansen
KÍF: Elsa Samuelsen
U17 dreingirnir:
SÍ: Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe og Hjørtur Joensen.
Fleyr: Jónfinnur Hansen, Dávið Hentze og Gilli Samuelsen.
TB: Niklas Djurhuus og Bárður Dimon.
ÍF: Ingálvur Olsen