U17 landsliðsbólkur dreingir úttikin til EM-kapping
U17 landsliðið hjá dreingjum skal í døgunum 10. - 14. januar 2019 vera við í EM-kappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane.
Venjararnir Magnar K. Vang og Rógvi Nielsen hava úttikið 15 leikarar, sum framhaldandi skulu kappast um tey 12 plássini á liðnum.
Til samans verða 5 lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki, Danmark og Ísland.
Teir úttiknu leikararnir eru:
Fleyr:
Mattias Isaksen
Eyðfinn Rajani
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Bjarni Joensen
Róar Andersen
Elias Petersen
Silas Poulsen
Atli Falkvard
Tóki í Haraldstovu
Ternan:
Dávid Olsen
Svend Danielsen
ÍF:
Petur Meinhard Lundsbjerg
Rúnar Johnson
TB:
Gilli Augustinusen