NEVZA U17: Dreingirnir taptu fyrsta dystin

U17 Nevza-kappingin: Føroyar – Ísland 0-3 (23-25, 25-27, 19-25)

Fyrsti dysturin hjá okkara dreingjum er leiktur í morgun. Yvirav stóð Ísland, sum vísti seg at gerast eitt hart mótstøðulið.

Tvey tey fyrstu settini vóru púra jøvn, og kundu í grundini farið báðar vegir, men íslendingar vóru sterkari, tá ið mest stóð á.

Í triðja setti komu okkara dreingir langt afturum, og hóast teir tóku nakað aftur til seinast, gjørdist tað ov lítið til at venda dystinum.

Ein heldur skuffandi byrjan, sum dreingirnir kunnu rætta, tá ið teir kl. 14.30 í dag skulu spæla ímóti Svøríki.
Tann dysturin sæst her: https://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c

Besti leikari hjá Føroyum: Bjarni Joensen (á myndini ovast).