Genturnar buldra víðari
U17 NEVZA-kappingin: Føroyar – Ísland 3-1 (25-23, 25-20, 20-25, 25-13)
Eftir greiða sigurin á Grønlandi fyrr um dagin vistu føroysku genturnar, at mótstøðan fór at vera munandi harðari ímóti Íslandi. Og so varð.
Í fyrsta setti gekk javnt á, og munurin var lítil og eingin at síggja á liðunum. Okkara gentur vóru til seinast avgjørdari og tóku settið 25-23.
Føroysku genturnar koma eftir henda sigur út til 2. sett flúgvandi og vóru eftir stuttari løtu langt frammanfyri. Men Ísland er ikki at spæla við, og til seinast í settinum kom spenningur í aftur. Føroysku genturnar høvdu trupult við at finna loysnirnar at loka settið. Tað eydnaðist tó eftir tógvið stríð, og nú var 2-0 til Føroyar.
Júst hvat tað er við Íslandi, er ilt at siga, tí tær vóru aftanfyri 2-0 ímóti Noregi og berja seg so inn aftur í dystin. Sama hendi í 3. setti, har føroysku genturnar at byrja við vóru langt frammanfyri, men tað var bara ikki nokk, tí Íslendsku genturnar tóku settið 25-20 og vóru nú rættiliga tendraðar.
Spældu sum einglar
Venjarin Romica Øster man hava verið nakað avgjørdur við føroysku genturnar millum 3. og 4. sett, tí í 4. setti spældu genturnar sum einglar og avgjørdu í grundini dystin beinanvegin við støðuni 11-1! Settið endaði 25-13 og dysturin 3-1. Eitt sterkt liðavrik har liðskiparin Inga Helena Henriksen gekk á odda fyri liðið, og Barbara Káradóttir var okkara besti leikari (tærbáðar eru á myndini ovast).
Bólkafinala týsmorgunin kl. 10.00 ímóti Noregi
Føroysku genturnar eru ósigraðar og hava fult stigatal, 6 stig eftir fyrsta leikdagin. Bólkafinalan verður í morgin ímóti Noregi, sum eisini hevur vunnið sínar báðar dystir, tó tann ímóti Íslandi 3-2 og hevur tí 5 stig.
Bólkafinalan er kl. 10.00 í morgin og dysturin sæst her: http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-a
Føroyska U17 landsliðið hjá gentum (nøvnini eru ikki sambært uppstillingini á myndini):
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Sofía Weihe Simonsen, Sára Vatnhamar, Katrina Josefina Eliasdóttir, Eva Gunn Niclasen, Barbara Káradóttir, Vár Rajani Færø, Jakobina Joensen, Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Milja Silvansdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe