Teir ungu sluppu at royna seg
U17 NEVZA-kappingin: Føroyar – Noreg 0-3 (21-25, 20-25, 7-25)
Seinasti dysturin hjá dreingjunum í bólkaspælinum var í dag ímóti Noregi. Undan dystinum var longu greitt, at Hjørtur Joensen ikki fekk spælt, og tað gjørdi ikki uppgávuna lættari.
Væl við í 2 sett
Dreingirnir fóru tó undir uppgávuna við góðu treysti. At ein so royndur leikari sum Hjørtur Joensen ikki er við, er dyggur smeitur, tí hann tryggjar altíð nógv stig og gongur undan. Serliga tá ið ringast stendur til. Men tað skal so sigast, at hinir tóku ábyrgd, tí í báðum teimum fyrstu settunum var lítil og eingin munur á. Noreg var fyri tað mesta nakað frammanfyri, men Føroyar sleptu teimum ongantíð og høvdu sínar møguleikar líka til tað síðsta í báðum settunum.
Teir ungu
Helst yngsta uppstillingin í allari NEVZA-kappingini kom á vøllin í 3. setti. Hesir dreingirnir kunnu vera við í 1,2 og enntá 3 tey næstu árini, so tað eru góðar royndir at fáa hjá teimum. Nú vita teir, hvat skal til og hvørjum skal arbeiðast meiri við. Tað er eisini eitt av endamálunum við slíkum kappingum.
Nú er ein dystur eftir. Hann er ímóti Onglandi um 5. og 6. plássið. Tann dysturin er á skrá í morgin kl. 10.00 og sæst her: www.volleytv.dk/live
Føroyska U17 landsliðið:
Standandi frá vinstru: Bjarni Joensen (1), Jógvan Gøthe Magnusson (5), Hørður Joensen (13), Niklas Hallgren Niclassen (6), Hjørtur Joensen (4).
Húkandi frá vinstru: Jógvan Kári Birgirsson (3), Julian Vest Niclasen (2), Ari í Haraldsstovu Petersen (10), Silas Poulsen (8), Elias Ellingsgaard Petersen (9), Mattias Nolsøe Isaksen (11).