Hesaferð taptu dreingirnir fyri Onglandi
U17 NEVZA-kappingin, dystur um 5./6. pláss: Føroyar – Ongland 1-3 (25-16, 17-25, 26-28, 20-25)
Fyri aðru ferð í tveir dagar spældu føroysku dreingirnir ímótu Ongland, og eftir greiða sigurin mikudagin vóru góðar vónir um eina endurtøku í dag.
Okkurt bendi eisini á at so fór at gerast, eftir at Føroyar vunnu fyrsta settið 25-16. Men í øðrum setti kom stígur í, og Ongland vann sanførandi 25-17.
Triðja settið gjørdist veruliga spennandi, men Ongland var aftur við yvirlutan og vann 28-26.
Sigurin fekk Ongland til høldar við at vinna fjórða settið 25-20.
Sostatt endaðu Føroyar aftastar í kappingni. Tey flestu hava kanska gloymt tað, men fyri einum ári síðani vunnu føroysku dreingirnir bronsu í somu kapping.
Endaliga støðan:
Nr. 1 Svøríki
Nr. 2 Noreg
Nr. 3 Danmark
Nr. 4 Ísland
Nr. 5 Ongland
Nr. 6 Føroyar
Føroyska U17 landsliðið:
Standandi frá vinstru: Bjarni Joensen (1), Jógvan Gøthe Magnusson (5), Hørður Joensen (13), Niklas Hallgren Niclassen (6), Hjørtur Joensen (4).
Húkandi frá vinstru: Jógvan Kári Birgirsson (3), Julian Vest Niclasen (2), Ari í Haraldsstovu Petersen (10), Silas Poulsen (8), Elias Ellingsgaard Petersen (9), Mattias Nolsøe Isaksen (11).