Bronsan glapp, men Hanna Iansdóttir Biskopstø kosin besti hevari í kappingini

U17 NEVZA-kappingin, bronsudystur: Føroyar – Svøríki 0-3 (23-25, 18-25, 22-25)

Eftir vónbrotið í gjár, har føroysku genturnar vóru um reppið at spæla seg í finaluna, galt dysturin ímóti svium í dag um bronsumerkini. 

Fyrsta settið var javnt, men tær svensku vóru omaná 25-23. 

Í øðrum setti var munurin heldur størri, og Svøríki vann 25-18, og í triðja setti tryggjaði Svøríki sær bronsuna við at vinna 25-22.

Hanna besti hevari av teimum øllum 
Tá ið NEVZA-kappingin er av, verða bestu leikarar kosnir. Tað eru venjararnir, ið velja, og teir siga, at vit eiga besta hevaran hjá U17 gentum. Hon er Hanna Iansdóttir Biskopstø (á myndini ovast). 

Hanna hevur frá fyrsta degi havt serstakliga góð evni til flogbólt. Hon hevur ment seg til ein framúrskarandi hevara. Skjót, sterk, gott eyga fyri spælinum og ein krútsterkan vinnaravilja. Hon var ársins stjørnuskot og ársins hevari fyrsta árið hon spældi í Meistaradeildini. Tað var í 2018, tá ið Fleyr vann greipuna. Og nú hevur hon lagt Norðurlond undir sínar føtur. Best av teimum bestu. 

Til lukku Hanna!


Endaliga støðan:
Nr. 1 Danmark
Nr. 2 Ongland
Nr. 3 Svøríki
Nr. 4 Føroyar
Nr. 5 Ísland
Nr. 6 Noreg
Nr. 7 Grønland 


Føroyska U17 landsliðið hjá gentum beint eftir 3-2 sigurin á Noregi
Ovast frá vinstru: Inga Helena Henriksen (12), Sofía Weihe Simonsen (2), Eva Gunn Niclasen (8), Barbara Káradóttir (9), Milja Silvansdóttir (14), Janna Falkvard (13), Malan Maria í Haraldstovu Weihe (15).
Niðast frá vinstru: Hanna Iansdóttir Biskopstø (1), Sára Vatnhamar (4), Katrina Josefina Eliasdóttir (6), Vár Rajani Færø (10), Jakobina Joensen (11).