U17 NEVZA 2022
Stroyming, úrslit, dystarskrá o.a.

U17 NEVZA-kappingin verður stroymd á VolleyKanalen á Youtube her.


Dystarskrá fyri mikudagin 19. oktober:

Gentur: 
Kl. 8:00: 5./6. pláss: Danmark-Føroyar 2-3 (22-25, 33-31, 18-25, 26-24, 12-15)
Kl. 10:00 Bronsudystur: Ongland-Ísland 0-3 (11-25, 17-25, 22-25)
Kl. 12:30 Finala: Svøríki-Noreg 3-0 (25-22, 27-25, 25-18)

Dreingir:
Kl. 08:00 5./6. pláss: Ongland-Ísland 3-0 (25-21, 26-24, 25-19)
Kl. 10:00 Bronsudystur: Føroyar-Noreg 1-3 (21-25, 23-25, 27-25, 19-25))
Kl. 14:30 Finala: Danmark-Svøríki 3-2



U17 NEVZA 2022, dreingir
Føroyar spæla um bronsu mikumorgunin, men Danmark fekk dygga mótstøðu í hálvfinaluni

Hálvfinala:
Danmark – Føroyar 3-1 (25-10, 25-19, 24-26, 25-19)

Tað byrjaði væl hjá Føroyum, og vit vóru bara aftanfyri við tveimum, tá stígur kom í við 6-8. Síðani gekk striltið at fáa stig, og Danmark legði seg á odda 18-7, áðrenn settið var vunnið 25-10.

Men í øðrum setti hingu Føroyr fast í dønum mest sum allan vegin. Stundum førdu vit, og stundum førdi Danmark. Eitt skiftið førdu vit 16-13, men Danmark javnaði til 17-17.
Støðan gjørdist eisini 19-19, men so fingu vit ikki meira, og Danmark vann 25-19.

Í triðja setti var Danmark frammanfyri við tveimum, trimum størsta partin av settinum og førdi soleiðis 18-15, men Føroyar javnaðu til 21-21 og løgdu seg eisini á odda 22-21. Tað reið um snarið, og Danmark vann sær settbólt við 24-23, men Føroyar blokkaðu til 24-24 og vunnu eisini tveir teir næstu bóltarnar og settið 26-24! Kanska tað besta settið eitt U17 dreingjalandslið nakrantíð hevur spælt. Gjørdu vit onkrum órætt nú, so biðja vit orsaka og skylda uppá vinnararús...>

Føroyar stóðu einki aftanfyri danir, og einki tóktist nú ógjørligt, og vit løgdu okkum eisini á odda í fjórða setti, bæði 10-8 og 12-10. Men eftir støðuna 14-14 vann Danmark fýra bóltar á rað, sum gjørdist mønustingurin. Munurin gjørdist ongantíð minni enn trý stig aftur, og Danmark vann settið 25-19 og finalupláss ímóti Svøríki, sum vann 3-0 (25-23, 25-20, 25-22) á Noregi í hinari hálvfinaluni. Finalan verður kl. 14.30 mikudagin. 

Tað merkir samstundis, at Føroyar møta Noregi í bronsudystinum mikumorgunin kl. 10. 
Stroyming: https://www.youtube.com/watch?v=ggbtfLXlQxY
 
Ongland og Ísland spæla um 5./6. plássið kl. 8. 

----

Føroysku U17-genturnar spæla ímóti Danmark um 5./6. plássið kl. 8 mikumorgunin.
Stroyming: https://www.youtube.com/watch?v=ggbtfLXlQxY

Bronsudysturin verður kl. 10 ímillum Ongland og Ísland, sum tapti sína hálvfinalu 3-1 fyri Noregi. 

Finalan verður ímillum Svøríki og Noreg kl. 12.30.



U17 NEVZA 2022, dreingir
Dreingirnir eru í hálvfinaluni!
💪💪💪
Føroyar - Ísland 3-0 (25-23, 25-20, 25-16)

Kl. 18 í kvøld føroyska tíð møta Føroyar Danmark í hálvfinaluni í NEVZA-kappingin 2022. Hetta er veruleikin, eftir at Føroyar júst hava vunnið 3-0 á Íslandi.

Í fyrsta setti vóru Føroyar aftanfyri 14-17, men løgdu seg á odda 18-17. Ísland javnaði aftur til 23-23, men Føroyar hildu høvdið kalt tá mest ástóð og vunnu spennandi settið 25-23.

Tit, sum fylgdu við á stroymingini, sóu, at vit mistu sambandið tíðliga í øðrum setti, men tá vit fingu sambandið aftur, tá triðja sett byrjaði, sást, at tað hevði gingið sum eftir ánni, og Føroyar høvdu vunnið 25-20. Góða gongdin held fram í triðja setti, sum Føroyar vunnu 25-16.

Síggjast kl. 18 í kvøld, tá vit møta Danmark í hálvfinaluni! 😍🥰🥳
Stroyming kl. 18:00: https://www.youtube.com/watch?v=SEXw4LhPOzI 

Danmark kom beinleiðis í hálvfinaluna eftir at hava vunnið 3-2 (21-25, 21-25, 26-24, 25-23, 15-07) á Svøríki og 3-0 (25-10, 25-15 25-08) á Íslandi í bólkaspælinum.
 



Føroyar spæla fjórðingsfinalu týsdagin - og møguliga hálvfinalu

Úrslitini hjá bæði gentum og dreingjum mánadagin bera í sær, at tey í morgin spæla fjórðingsfinalur. Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir seinni um dagin hálvfinalu, og taparin spælir um 5./6. plássið mikumorgunin. 

Genturnar
Í fjórðingsfinaluni, sum verður kl. 9:45, møta føroysku genturnar Svøríki, sum vann 3-2 á Danmark og tapti 3-1 fyri Noregi.

Vinnarin spælir hálvfinalu ímóti Onglandi kl. 15:45. Taparin spælir um 5./6. plássið mikumorgunin kl. 8. 

Dreingirnir
Føroysku dreingirnir møta Íslandi í fjórðingsfinaluni týsdagin kl. 12. Ísland tapti 3-0 í báðum sínum dystum, sum vóru ímóti Svøríki og Danmark.

Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir síðani Danmark í hálvfinaluni týskvøldið kl. 18. Taparin spælir um 5./6. plássið kl. 8 mikudagin.

Stroyming á https://www.youtube.com/channel/UC82OlAbWea2WWXSdiQMhgTA
 

Dystarskrá (føroyskar tíðir):

Gentur - týsdag 18. oktober:
Fjórðingsfinalur

Kl. 09:45 Ísland-Danmark 3-2 (25-22, 27-25, 23-25, 25-27, 15-10)
Kl. 09:45 Svøríki-Føroyar 3-0 (25-17, 25-11, 25-15)

Hálvfinalur
Kl. 15:45 Ongland-Svøríki 0-3 (17-25, 07-25, 19-25)
Kl. 15:45 Noreg-Ísland 3-1 (25-22, 22-25, 25-17, 25-23)

Dreingir - týsdag 18. oktober:
Fjórðingsfinalur

Kl. 12:00 Svøríki-Ongland 3-0 (25-10, 25-18, 25-16)
Kl. 12:00 Føroyar-Ísland 3-0 (25-23, 25-20, 25-16)

Hálvfinalur
Kl. 18:00 Danmark-Føroyar 3-1 (25-10, 25-19, 24-26, 25-19)
Kl. 18:00 Noreg-Svøríki 0-3 (23-25, 20-25, 22-25) 

Stroyming á https://www.youtube.com/channel/UC82OlAbWea2WWXSdiQMhgTA
 



Dystarskrá (føroyskar tíðir):

Gentur - mánadag 17. oktober:
Kl. 07:30 Danmark-Svøríki 2-3 (22-25, 21-25, 25-18, 26-24, 05-15)
Kl. 09:45 Ísland-Ongland 0-3 (23-25, 13-25, 28-30)
Kl. 12:00 Noreg-Svøríki 3-1 (25-20, 25-21, 25-27, 25-23)
Kl. 14:15 Føroyar-Ongland 2-3 (23-25, 19-25, 25-23, 25-20, 11-15)
Kl. 16:30 Danmark-Noreg 0-3 (18-25, 22-25, 13-25)
Kl. 18:45 Ísland-Føroyar 3-0 (25-14, 25-15, 25-20)

Dreingir - mánadag 17. oktober:
17. oktober kl. 07:30 Noreg-Ongland 3-0 (25-17,  25-13, 25-09)
17. oktober kl. 09:45 Danmark-Svøríki 3-2 (21-25, 21-25, 26-24, 25-23, 15-07)
17. oktober kl. 12:00 Føroyar-Ongland 3-0 (25-18, 25-17, 25-19)
17. oktober kl. 14:15 Ísland-Svøríki 0-3 (11-25, 06-25, 24-26)
17. oktober kl. 16:30 Noreg-Føroyar 3-0 (25-17, 25-23, 25-19)
17. oktober kl. 18:45 Danmark-Ísland 3-0 (25-10, 25-15, 25-08)

Full dystarskrá sæst eisini á heimasíðuni hjá NEVZA her (har við donskum tíðum).

Úrslit síggjast á Facebooksíðuni hjá NEVZA her