U17 gentulandsliðið til NEVZA-kappingina er úttikið
U17 gentulandsliðið skal luttaka í CEV NEVZA-kapping 14. til 16. oktober í Ikast í Danmark.
Venjararnir Helen á Lakjuni og Mateusz Pazgan hava úttikið 12 gentur til U17 gentulandsliðið í flogbólti.
Landsliðið fer hin 13. oktober til Ikast í Danmark, har tær skulu luttaka í árligu CEV-NEVZA kappingini.
NEVZA er norðuratlantiska økið í CEV, har Ísland, Føroyar, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland luttaka.
Tað er ikki heilt greitt enn hvørji av hesum londunum, Føroyar koma í innleiðandi bólk við.
Venjararnir hava úttikið hesar genturnar:
Aftanfyri frá vinstru: Arina Joensen, Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, Saranja Mouritsen, Miriam Karlsdóttir Johannesen, Nomi Idarsdóttir Beck og Marie Teresa Vitalis.
Fremmanfyr frá vinstru: Sofía Edvinsdóttir, Osla Johannesen, Eva Kallsberg Jacobsen og Marjun á Mýrini.
Ása Thorkildshøj og Ranja Jóhannesdóttir Magnussen vanta á myndini.