Tilmelding til úttøkuvenjing fyri U17-landsliðini
Til øll feløgini:
 
Fyrsta venjingar-vikuskifti fyri bæði U17 gentur og dreingir verður leygardagin 4. september og sunnudagin 5. september; báðar dagarnar í Gundadalshøllini. 
Tvær venjingar verða leygardagin og tvær sunnudagin. Klokkutíðirnar verða kunngjørdar heilt skjótt. 
Í løtuni eru venjingar lagdar øll vikuskiftini til og við 9. og 10. oktober. 
 
Viðvíkjandi tilmeldingum av leikarum skulu tit hava í huga potentiali, og um leikararnir hava ambitiónir um landslið. 
Til fyrstu venjingina skulu leikararnir vera í troyggjuni hjá felagnum við nummari.
Sendið vinaliga tilmeldingarnar við fílunum, sum tit (feløgini) hava fingið við t-posti. Tilmeldingarfreistin er 1. september. 
Romica Øster verður venjari hjá U17 gentunum og Christian Imhoff hjá U17 dreingjunum. 
 
							 
										