U17 gentur og U18 dreingir til EM-kapping
U17 genturnar og U18 dreingirnir fara í døgunum 16. – 20. desember at leika innleiðandi CEV EuroVolley kvalifikatiónskapping. Kappingarnar verða í Danmark.
Nógv virkin landslið
Føroyar hýstu fyri nøkrum árum síðan eini slíkari kapping. Tá megnaðu genturnar at leika seg víðari úr bólkaspælinum. Hetta verður so aðru ferð, okkara lið skulu royna seg, og er hetta ein liður í miðvísa arbeiðinum hjá Flogbóltssambandi Føroya við landsliðum, sum við hesum røkka frá 14 ára aldri til vaksin. Í oktober vóru U17 og U19 landsliðini í NEVZA kappingum og millum jól og nýggjár fara A-landsliðini í kapping í Luksemborg. Við tí eru øll landsliðini virkin og í kapping.
Fleiri feløg umboðað
Hóast SÍ sum vanligt altíð megnar at fáa nógvar leikarar á U-liðini, so er umboðanin fyri allar Føroyar hesaferð, og nógv feløg eiga leikarar á landsliðunum. Eitt nú er vert at leggja til merkis, at Ternan sæst aftur hjá bæði gentunum og serliga dreingjunum. Tað er hugaligt at síggja, at stóra og miðvísa arbeiðið í felagnum nú sæst aftur, og at felagið eigur fleiri landsliðsleikarar. Eisini sæst, at nakrir av leikarunum, sum eru úttiknir, eru ungir og niðanfyri hægsta aldursmarkið. Tey fáa við hesum kappingunum góðar royndir at byggja á víðari.
Tað eru Romica Øster fyri genturnar, og Cristian Imhoff hjá dreingjunum, sum eru høvuðsvenjarar. Báðir hava drúgvar royndir sum leikarar og venjarar. Venjingarnar hava tíverri verið nógv darvaðar av korona, men so mikið meira er lagt fyri seinastu vikurnar, og verður tað fram til farið verður avstað.
Dystirnir fara at verða stroymdir og nærri kunning verður um tað.
U17 landsliðið, gentur:
Standandi frá vinstru: Rannvá við Streym (Ternan), Brá Zakariasardóttir (Fleyr), Saranja Mouritsen (Fleyr), Rikka Allansdóttir (SÍ), Nicola Toftegaard (ÍF), Sára Gøthe Magnusdóttir (Fleyr), Miriam Johannesen (Fleyr), Romica Øster (venjari).
Húkandi frá vinstru: Súsanna Maria Magnussen (SÍ), Elin Hovgaard (SÍ), Sára Kambsgarð (SÍ), Ranja Magnussen (TB). Dagmar Djónadóttir (Dráttur) vantar á myndini.
U-18 landsliðið, dreingir:
Standandi frá vinstru: Rógvi Nielsen (hjálparvenjari), Vuk Ilic (ÍF), Filip Ilic (ÍF), Tóki í Haraldstovu (SÍ), Róar í Haraldstovu (SÍ), Elias Ellingsgaard (SÍ), Christian Imhoff (venjari).
Húkandi frá vinstru: Heðin Djurhuus (Ternan), Harry Højgaard (Ternan), Eli Hansen (Ternan), Einar Þorgrimsson (Ternan), Silas Poulsen (SÍ), Filip Simonsen (Fleyr), Hanus Højgaard (Ternan) vantar á myndini.